Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Okkara fremstu songkvinnur Birita Poulsen og Birita Adela Davidsen - saman við tónleikarum í úrmælingabólkinum Aldubáruni, framføra tónleik hjá Johann Sebastian Bach í Ólavskirkjuni í Kirkjubø mikukvøldið 7. desember kl. 19.00.

Uttan er aldargamla kirkjan ljóssett við serstøkum ljósi, meðan lurtararnir inni í kirkjuni, njóta tónarnar hjá gamla meistaranum í glæmuni frá kertunum.

“Bach í kertuljósi” er nú vorðin fastur táttur undan jólum. Skráin broytist á hvørjum ári, men eru tað altíð tónar hjá Bach, ið eru á skrá.

Fyrstu ferð skipað var fyri hesum konsertum var í 2018, og vóru tað íbirtarin Johan Mortensen og fyriskparin í Aldubáruni, gittarleikarin Ólavur Jakobsen, ið stóðu fyri tiltakinum.

Síðani hevur konsertin verið regluliga, bert órógvað av korunu.

Skráin er fjølbroytt og báðir solistarnir fara at syngja solo hvør sær, men eisini verður sangur úr stóru messuni hjá Bach, har ið tær báðar, Birita Adela og Birita Poulsen, fara at syngja saman.

Tónleikararnir í Aldubáruni spæla eina løtu innan sjálv konsertin byrjar kl. 19.00. Konsertin varir slakan tíma.

Konsertin er ókeypis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo