Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í aldargomlu Ólavskirkjuni í Kirkjubø, verður aftur í ár konsert við tónleiki eftir Johann Sebastian Bach. Hetta tiltakið byrjaði í 2018 og vanliga er tað fyrst í jólamánaðinum. Í fjør var upprunaliga konsertin, sum flestøll tiltøk, ávirkað av koronatilmælunum. Men fyrireikarnir hava avgjørt at fremja konsertina 3. mars ístaðin.

Skráin er úr orkesturverkum og soloverkum fyri violin, sello og gittara. Tónleikararnir heiðra várinum og ljósinum við serstøkum úrvali av verðsligum tónleiki, ið gjøgnum allar øldir, hevur verið yndað av tónleikakønum, lurtarum – og ikki minst tónleikarunum. Gamli Bach mann vera, um nakar, tónaskaldið, ið tónleikarar virða einamest.  Sjálvur var Bach kendur sum ein framúrskarandi orgulleikari – mettur sum hin mætasti at improvisera.  

Tónleikararnir spæla undir glæmuni frá kertuljósum, meðan kirkjan og søguliga umhvørvið, er prýtt við ljósmyndum, ið Carsten Macdonald Arnskov hevur gjørt.

Tey, ið framføra í ár, eru solistar úr úrmælinga- og tónleikabólkinum Aldubáruni:

Ólavur Jakobsen, gittar/frásøgufólk - Jón Festirstein, Sámal Petersen, violin - Angelika Hansen, bratsj - Tóri Restorff Jacobsen, sello.

Hugleiðingar: Meinhard Bjartalíð, prestur - Myndaprýði: Carsten Macdonald Arnskov

Konsertin er hóskvøldið 3. mars og byrjar kl. 19.30.

Tónleikararnir byrja longu kl. 18.45, meðan fólk kemur í kirkjuna, at spæla stillisligan tónleik úr oratorium og orkestursuitum hjá Bach.

Eftir konsertina, ið varir slakan tíma, er hugnaløta í Roykstovuni.

Avmarkað pláss er í kirkjuni. Konsertin er ókeypis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo