Í bókini, sum er 348 síður til støddar, verður tikið saman um søguna hjá B36. Eisini verður nortið við grundvirðini í felagnum – herundir stóra ungdómsarbeiðið, sum dag og dagliga verður gjørt í Gundadali.
Venjarar og profilar verða eisini lýstir, eins og tikið verður saman um einstøku kappingarárini.
Áður hevur B36 givið út bókina, Rennið dreingir, ið fevnir um fyrstu 60 árini av felagssøguni. ”Her er tað stuttligt” hevur tí høvuðsdentin á árini frá 1997 fram til í dag, men ein partur av bókini viðgerð eisini, hvussu B36 broyttist seinnapartin av 80’unum, har felagið frá at vera sonevnt elevatorlið mentist til ein støðugan spælara í føroyska fótbóltsoddinum.
Tað er Jákup Mørk, sum hevur skrivað størsta partin av bókini. Hannis Egholm hevur sniðgivið, eins og hann hevur skrivað einstakar partar. Føroyaprent hevur staðið fyri prent og innbindan.
Her er tað stuttligt kemur út sunnudagin 29. apríl, og eftir hetta kann hon keypast í B36-húsinum og í bókahandlum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo