Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Barna- og Útbúgvingarmálaráðið: Familjudepilin undir Almannaverkinum, sum hevur verið óvirkin síðani januar 2022, verður nú skipaður av nýggjum í broyttum líki undir heitinum Familjutænastan. 

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, og formansskapurin í Kommunufelagnum, borgarstjórarnir Torbjørn Jacobsen og Heðin Mortensen, hava undirskrivað avtalu um Familjutænastuna, sum í eitt tríára royndarskeið skal rekast sum ein felags kommunalur stovnur undir Kommunufelagnum. 

Talan er um eina nýggja samskapaða loysn, sum er ment innan karmarnar av Barnaverkætlanini, har lands- og kommunalir myndugleikar á barnaverndarøkinum hava virkað saman fyri at finna eina nýggja loysn fyri at røkka endamálinum.

Familjutænastan er ein fyribyrgjandi tænasta, sum skal veita ráðgeving og vegleiðing til børn og familjur, sum hava avbjóðingar. Tænastan skal bjóða fram familjuviðgerð, har møguleiki bæði er fyri døgn- og dagviðgerð inni á Familjutænastuni og úti í heimunum.  
Fíggingin frá landinum verður eftir ætlan 4 mió. kr. um árið, sum er  sama upphædd, sum Familjudepilin hjá Almannaverkinum nýtti til døgntilboðið. Afturat hesum verður eitt brúkaragjald frá kommunalu barnaverndartænastunum til at keypa tænastur frá Familjutænastuni. Ætlanin er at hava eitt tætt samstarv millum partarnar, soleiðis at fyribyrgjandi málið verður rokkið.

Familjutænastan kemur at verða knýtt at Barnaverndarstovuni undir Kommunufelagnum og kemur í mest møguligan mun at brúka royndir og førleikar, sum eru har. Søkt er eftir leiðara til Familjutænastuna, og Kommunufelagið finnur hóskandi høli til virksemið. Miðað verður ímóti at lata Familjutænastuna upp 1. januar 2025. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo