Á teim nógvu orðunum skalt tú kenna dáran
- Orðtøk Salomons

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Smyril Line: Smyril Line og Articon hava gjørt avtalu um at byggja farstøð. Í nýggju farstøðini verða eisini pakkhús og skrivstovuhøli. Bygningurin fer at standa á molanum í Havn.

Smyril Line tørvar størri goymslu og skrivstovuhøli, og Tórshavnar Havn tørvar betri og størri farstøð enn ta gomlu. Tí er avtala um samstarv gjørd. Við hesi verkætlan vilja Smyril Line og Tórshavnar Havn í felag framtíðartryggja virksemið og veita føroyingum betri tænastu.

Nýggja farstøðin við goymslu og skrivstovum er tilsamans 7.389 fermetrar til støddar. Tollbygningur, langongubrúgv og innskrivarklivar eru eisini partar av verkætlanini og sostatt verður samlaða støddin 8.054 fermetrar.

Ráðgevarar í verkætlanini eru: Arkitektar Henning Larsen, LBF Ráðgevandi verkførðingar, PBC og Verk.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo