Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Mangt kemur einum forvitnum, sum mær, í huga, tá tú lesur alt í miðlunum.

Seinasta var trupulleikin hjá fólkum, sum hitta ein illa farnan fugl, brotið vong ella annað.

Hvat er at gera? Fara til djóralækna, biðja onkran um hjálp, ella bert ríma.

Sjálvur eri eg uppvaksin sum rættuligur bygdamaður. Havi fangað nógvan fugl við fleygastong. Dripið nokk so nógv av lunda, og nógv fleiri havhestar.

Hugsi um menn, ið skjóta lomvigar. Fuglarnir eru sjáldan rættuliga deyðir, men síðan kiptir.

Her er ikki talan um samkenslu við djórum, men vanligan tørv fyri at yvirliva!

Annars eri eg serliga góður við kríatúr, tó uttan at javnseta tey við menniskju.

Mær dámdi væl at hyggja eftir Animal Planet, men so var einasta sjónin, at fólk fyri løn gingu runt og funnu missrøkt djór, ross, hundar vm. Fingu pengar fyri at fara á teirra egna "djórahospital".

Hetta vóru djór, sum í flestu førum áttu at verða dripin, men tað gav ongar pengar!

Eg havi ongar trupulleikar av at kippa ein sjúkan/veikan fugl, sum eg hitti á mínari ferð, men eg havi stórar trupulleikar av fólkum, sum við samkenslu við t.d. fuglum kortini ikki hava samkenslu við fostrum í móðurlívi!

Tá eg hugsaði um yvirskriftina, varð leitað eftir umseting av danska orðinum, og eg kom til hesa niðurstøðu:

"Er fjøldin av føringum nú bert "sveklingar"?

Eyðun Mohr Viderø
05.‎05.‎2021

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo