Umhvørvisstovan: Henda kunning verður løgd út fyri at minna skipa- og bátaeigarar um reglurnar í kunngerðini um sigling kring Ramsar-oyggjarnar Nólsoy, Skúvoy og Mykines.
Í kunngerðini er ásett, at í tíðarskeiðinum frá 15. apríl til og við 31. august er bannað at sigla skjótari enn 8 fjórðingar um tíman nærri enn 500 metrar úr landi kring alla oynna í Skúvoy og Mykinesi og kring partar av Nólsoy.
Óneyðugur gangur, t.d. harður tónleikur og sigling við vatnskootarum, er eisini bannaður í nevnda tíðarskeiði.
Endamálið er at geva fugli, sum reiðrast, frið.
Bannið fevnir um øll skip og allar bátar. Skip í fastari rutusigling eru undantikin, men skulu hesi før í størst møguligan mun avmarka ferðina, tá siglt verður nær landi í hesum økjum. Bannið er heldur ikki galdandi, um tað snýr seg um lív ella trygd hjá skipum ella bátum.
Her finnur tú kunngerðina um sigling kring Ramsar-oyggjarnar Nólsoy, Skúvoy og Mykines. Í kunngerðini eru myndir, sum vísa økini, har ferðaavmarkingin er galdandi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo