Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Landsstýrismálanevndin hjá Føroya løgtingi tekur ikki klaguna frá MEGD um vantandi hoyringar og avleiðingargreiningar til viðgerðar. MEGD hevur tí ikki fingið svar, um brot veruliga er framt á týðandi rættarreglur, sum eru bindandi fyri dagliga starv landsstýrisins. Rættartrygdin hjá borgarum er tí framhaldandi í vanda, og MEGD kannar nú aðrar møguleikar.

MEGD vendi sær í oktober til landsstýrismálanevndina fyri at fáa nevndina at kanna, um tað er í samsvari við brekrættindasáttmálan hjá ST, galdandi tingskipan hjá Føroya løgtingi og rundskrivið um lógarsmíð hjá løgmansskrivstovuni, at landsstýrið ferð eftir ferð leggur lógaruppskot fyri Føroya løgting uttan at uppskotini hava verið til hoyringar hjá avvarðandi feløgum og uttan at avleiðingarnar av uppskotunum eru greinaðar, soleiðis sum rættarreglurnar, ið eru bindandi, greitt áseta.

Ongin „lóggáva” brotin
Landsstýrismálanevndin hevur eftirlit við, at starv landsstýrisins verður útint á lógligan hátt, men metur ikki, at tað í ítøkiliga málinum er framt brot á lóggávu og vísir harvið málinum frá sær.

Landsstýrismálanevndin velur sostatt eina ógvuliga bókstavliga tulking av sínum arbeiðssetningi. Í stuttum greiðir nevndin frá, at brekrættinsdasáttmálin ikki er settur í gildi sum vanlig lóg, at tingskipanin einans ásetur arbeiðshátt Løgtingsins, og at rundskrivið um lógarsmíð er at meta sum tænastuboð frá landsstýrismanninum í lógarmálum til hini landsstýrisfólkini.

Sambært nevndini er við øðrum orðum eingin lóggáva brotin. Sostatt kann verða staðfest, at landsstýrismálanevndin einans tekur mál til viðgerðar, har landsstýrið er bundið av lóggávu.

Dagliga starv landsstýrisins verður tó í stóran mun skipað við støði í øðrum rættarreglum enn lóggávu, og tekur tekur landsstýrismálanevndin ikki støðu til hesar. Tað hevði tí verið ein greiður fyrimunur fyri teir borgarar, ið standa til at missa grundleggjandi rættindi, um løgtingsfyrisitingin, saman við nevndini, valdu at grundgeva betri fyri niðurstøðu síni.

Rættartrygdin í vanda
Sostatt stendur enn ósvarað, at seinastu árini eru minst 12 lógaruppskot løgd fyri Føroya løgting við tí endamáli at spara, og har fleiri av uppskotunum hava tikið rættindi frá borgarum við breki.

Álvarsemið liggur í, at hetta er hent, hóast greiðar og týðandi rættarreglur eru galdandi fyri starv landsstýrisins, her undir at skipa fyri hoyringum og at avleiðingagreiða lógaruppskotini. Hesar rættarreglur standa bæði í rundskrivinum um lógarsmíð, tingskipanini, sum rundskrivið m.a. byggir á, og altjóða sáttmála, sum allar føroyskar lógir, sambært grein 55 í stýrisskipanini, skulu virða og rætta seg eftir.

Tað kann ikki vera rætt, at undantøk lættliga kunnu gerast til reglurnar, ið eru galdandi fyri starv landsstýrisins eitt nú, tá ið yvirskipaða endamálið er at spara upp á vælferðarskipanir.

Hetta snýr seg um rættartrygdina millum annað hjá nøkrum av okkara mest viðkvomu borgarum, har vit síggja, at rættindi og tænastur ferð eftir ferð verða tikin frá teimum við lógaruppskotum, men eisini um bygnaðarligu og skipanaðarligu fortreytirnar fyri almennari fíggjarstýring.

MEGD kannar nú um aðrir møguleikar eru fyri at fáa betra hesi viðurskifti. Altjóða brekrættindanevndin hevur nýliga skrivað frágreiðing til føroyskir myndugleikar, har m.a. funnist verður at vantandi hoyringunum og at rættindini á óskipaðan hátt verða tikin aftur frá fólki við breki og mælir m.a. landsstýrinum til at rætta hesi viðurskifti. Tí hevur hetta málið ongantíð havt størri týdning enn júst nú.

Klagan frá MEGD til landsstýrismálanevndina og niðurstøðan hjá landsstýrismálanevndini kann lesast á megd.fo.

Tóra við Keldu,
forkvinna í MEGD

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo