Fróðskaparsetrið: Ólag á flogferðsluni til Íslands hevur við sær, at framløgan hjá Helga Winther Olsen í Hørpu í kvøld tíverri er avlýst.
Ein uggi er tó. Helgi Winther Olsen skal hava framløgu í Føroyum leygardagin klokkan 14:30 á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum hjá norðurlendsku svimjisambondunum. Tann framløgan eitur "The role and potential of schools in promoting Aquatic Literacy, offering a local perspective from the Faroe Islands."
Ráðstevnan, sum eitur "Lær at svimja", byrjar í morgin 18. oktober og heldur fram til 20. oktober. Bára Berghamar Danielsen, sum eisini arbeiðir á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya, stendur somuleiðis á skránni við framløguni "Aquatic Education for School Children: An Educational Expert Statement from the Nordic Consortium".
Lesið meira um ráðstevnuna hjá svimjisambondunum her: https://ssf.fo/learn2swim/
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo