Hagstovan: Stór avlop hava verið á rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans síðani 2013. Í 2023 vóru inntøkurnar frá sølu av vørum og tænastum, inntøkur frá fíggjarognum uttanlands og flytingar frá útlondum 18, 6 milliardir krónur. Útreiðslurnar vóru 17,3 milliardir krónur í 2023. Hetta gevur eitt avlop á gjaldsjavnanum uppá 1,3 milliardir krónur.
Vørujavnin hevur eitt avlop uppá 1,3 milliardir krónur, meðan tænastujavnanum hevur eina milliard krónur í halli. Lønarflytingarnar og rakstrarflytingarnar geva eitt íkast til avlopið uppá ávikavist 750 og 808 milliónur krónur. Hinvegin er hall av fíggjarinntøkunum, har útlendingar hava 1,4 milliardir í avkasti teirr íløgum í Føroyum, meðan føroysku íløgurnar í útlondum kastaðu 854 millióni krónur av sær.
Vøksturin í avlopinum stavar í stóran mun frá, at vøruhandilsjavnin vaks úr 788 milliónum krónum í 2022 upp í 1.325 milliónir krónur í 2023.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo