Hagstovan: Rakstraravlopið fyri 2021 liggur á sama høga støði sum árini 2013 og fram.
Stórur partur av avlopinum stavar frá avlopi á vøruhandilsjavnanum.
Vøruhandilsjavnin vaks frá 249 milliónir krónur í 2020 til 778 milliónir krónur í 2021.
Eitt nú vaks laksútflutningurin 1.177 milliónir krónur frá 2020 til 2021.
Vøksturin í innflutninginum av tænastum hevur verið størri enn vøksturin í útflutninginum. Hetta hevur ført til, at tænastujavnin er minkaður 99 milliónir krónur frá 2020 til 2021.
Útflutningurin av ferðavinnutænastum er vaksin nakað frá 2020 til 2021, orsaka av vaksandi ferðavinnu.
Útflutningurin av flutningstænastum er eisini vaksin, meðan inntøkurnar frá øðrum tænastum antin eru minkaðar ella liggja í stað.
Innflutningurin er vaksin fyri so at siga allar tænastubólkar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo