Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fíggjarmálaráðið: Fíggjarlógaruppskotið fyri 2023 hevur 141 mió. krónur í avlopi, og ríkisveitingin minkar 25 mió. krónur.

Tað sæst í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg, sum Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur lagt fyri Løgtingið í dag.

Talan er um fíggjarlógaruppskot fyri 2023, tí tá ið løgtingsval varð útskrivað at vera 8. desember í fjør, fall fíggjarlógaruppskotið hjá undanfarnu samgongu burtur. Í staðin varð ein bráðfeingis játtanarlóg samtykt fyri at halda neyðuga raksturin av landshúsarhaldinum í gongd.

Nakrar umraðfestingar
Landsstýrið ásannar, at verandi støða við ongari fíggjarlóg kann ikki halda fram í longri tíð og hevur tí valt at taka støði í fíggjarlógaruppskotinum, sum varð latið Løgtinginum í heyst.

Tó eru nakrar umraðfestingar gjørdar, bæði í løgum og í rakstri. Eitt nú er peningur settur av til at styrkja eygleiðaraskipan á Vørn, at fremja átøk í samtykta veðurlagspolitikkinum og til at fyrireika endurnýggjan av strandferðsluflotanum. Eisini eru raðfestar løgur, sum ikki vóru í fyrra uppskotinum.

Avlop og haldføri
Avlopið í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023 verður 141 mió. krónur.

Samlaðu inntøkurnar eru mettar til 6.940 mió. krónur, meðan útreiðslumetingin sigur 6.799 mió. kr. Av hesum fara 6.169 mió. kr. til rakstur og 630 mió. kr. til løgur og løgukendar útreiðslur.

Ríkisveitingin minkar 25 mió. krónur í 2023.

Seinni í ár fer landsstýrið at leggja uppskot fyri Løgtingið um at broyta tilfeingisgjøld í ali- og fiskivinnuni, sum skal styrkja fíggjarliga haldførið í komandi tíðum. Eisini ætlar landsstýrið at lækka skattin í samgongutíðarskeiðnum.

Landsstýrið leggur stóran dent á at reka ein ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk og fer at leggja lunnar undir at fremja neyðugar batar í komandi fíggjarlógum.

Leinki:

Uppskot til Løgtingsfíggjarlóg 2023

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo