Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Landsbankin: Meðan avkastið av fíggjarognunum hevur verið vánaligt í 2022, so er avkastið av ogn og skuld tilsamans nøktandi. Avkastið av fíggjarognum landskassans var -293 mió. kr. meðan avkastið av skuld landskassans var ein kursvinningur á +253 mió. kr. Nettoavkastið av ogn skuld var sostatt – 40 mió. kr.

Talva 1 vísir árliga virðisbrævaavkastið hjá lands­kassa­num síðani 2017. Avkastið var gott í øllum árunum, uttan í 2018 og 2022. Avkastið av íløgurøktini sveiggjar meira ella minni frá einum ári til annað, og var hetta sjónligt í 2018, 2019 og ikki minst í 2022.

Fyri at meta um, hvørt ein íløgu­strategi er góð, er rættari at hyggja at miðal­av­kast­inum yvir nøkur ár. Síðani 2017 hevur miðal­ av­kastið verið 0,8 prosent ella 23 mió. kr. um árið. Tað er serliga 2022, sum hálar miðalavkastið niður.

Sera stór órógv hevur verið á fíggjarmarknaðunum í 2022, og tí hava tey flestu havt negativt avkast í 2022. Til dømis hevur norski oljugrunnurin hevði eitt avkast á -14% í 2022, og flestu donsku pensjónskassarnir høvdu avkast verri enn -10%. Eisini føroysku pensjónsgrunnarnir hava havt stór negativ avkast í 2022. Tað skal tó sigast, at pensjónsgrunnar hava nakað størri váða enn landskassin hevur, og tí er avkastið tað verri.

Av tí at kursir á bæði partabrøvum og lánsbrøvum lækkaðu nógv í 2022, var avkastið av fíggjarligu ogn landskassans -293 mió. kr. Men tá rentan hækkar, lækkar kursurin á lánsbrævaskuldini eisini, og tí er marknaðarvirðið á rentuberandi skuldini hjá landskassanum eisini lækkað. Í 2022 er skuldin lækkað úr 4 mia. kr. til 3,5 mia. kr. Skuldin er lækkað partvíst tí landskassin hevur goldið 200 mió. kr. niður av skuld, men eisini tí tað hevur verið ein kursvinningur á 253 mió. kr. Tað vil siga at landskassin hevur netto mist 40 mió. kr. í 2022.

Les ársfrásøgninga frá landsbankanum her.

Talva 1 – Avkast av gjaldføri hjá landskassanum síðan 2017

##med2##

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo