Paris Saint-Germain-stjørnan Kyllian Mbappé hevur verið kannaður fyri koronavirusið, skrivar franska stóravísin L’Equipe.
Men sambært journalistinum Julien Maynard so var hann ikki smittaður.
Í annaðkvøld skal PSG royna at vinna Dortmund heima á Parc des Princes. Dysturin verður leiktur uttan áskoðarar.
Sjúkan ger helst at tað er lítið sannlíkt at Mbappé byrjar inni móti Dortmund, skrivar VG, sum endurgevur fronsku stóravísina.
Comme révélé par @lequipe Kylian Mbappé a passé un test de dépistage du Coronavirus ce jour.
— Julien Maynard (@JulienMaynard) March 10, 2020
Le résultat de ce test est négatif. #PSG @telefoot_TF1
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo