Tórshavnar kommuna: Í sambandi við at vegur verður gjørdur til munnan á Húsareynstunnlinum, er neyðugt at grava ríðibreytina av. Arbeiðið byrjar 27. februar 2024. Tá ið arbeiðið er liðugt, verður ríðibreytin afturgjørd. Reetableringin er væntandi liðug 20. juli 2024.
Fólk, ið ynskja at ganga ella renna á rossagøtuni, kunnu koyra út í Havnardal ella longur niðan á Oyggjarvegin fyri at sleppa framat Rossagøtuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo