Tórshavnar kommuna: Listabólkurin hjá Tórshavnar kommunu gjørdi av at geva øllum listafólkum møguleika at koma við uppskoti um at listaprýða nýggja Skúlan á Fløtum. Miðað varð eftir at listprýða skúlan á høgum listarligum stigi og í góðum samspæli við byggilistina, virksemið og fólkið, sum bygningurin skal hýsa.
Listafólk skuldu boða frá luttøku innan 1. mars í ár. Síðan varð kunningarfundur hildin og avgjørt varð, at uppskotini skuldu verða listabólkinum í hendi 1. mai. Tá ið freistin var úti at lata uppskot inn at listprýða Skúlan á Fløtum vóru 14 uppskot komin inn, sum 18 persónar høvdu gjørt.
Innkomnu uppskotini vóru gjøgnumgingin og semja varð um at arbeiða víðari við uppskotunum frá Hansinu Iversen, Jón Sonna Jensen og Edwardi Fuglø. Á seinni fundi varð so samtykt at fara í samráðingar við hesi trý um at listprýða Skúlan á Fløtum.
8. august hevði listabólkurin fund við tey trý, sum løgdu síni uppskot fyri bólkin, viðgjørdu ymsar broytingar og kostnaðarmetingar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo