Skúlablaðið: - Fyrst og fremst eri eg sera fegin um at hava fingið so nógv hoyringarsvar, og serstakliga, at eg eisini fekk hoyringarsvar frá næmingunum umvegis næmingaráðini í skúlunum, tí eg vildi eisini hoyra teirra hugsan hesum viðvíkjandi.
- Men eg eri eisini glaður um svarini frá øðrum pørtum. Uppskotið um vetrarfrí er sent til hoyringar hjá øllum viðkomandi pørtum, fyri at øll skulu fáa møguleika at siga sína hugsan, áðrenn eg taki ta endaligu avgerðina.
- Eg taki atlit til hoyringarsvarini í míni støðutakan, antin vetrarferia verður sett í verk ella ikki, sigur Djóni Nolsøe Joensen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo