Amerikanskir miðlar skriva at pápi Britney Spears er ikki verji hjá henni nú. Tað var avgjørt á rættarfundi í Los Angeles í kvøld.
Pápin hevur verið verji hjá 39 ára gomlu dóttrini í 13 ár.
Sambært Sky News skal rætturin útnevna ein nýggjan, fyribils verja til nýggj hoyring verður sum skal taka støðu til um hon framvegis skal hava verja.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo