Útlendingastovan: Frá 1. september 2024 verður avgerðarmyndugleikin í flestum málum á útlendingaøkinum fluttur á føroyskar hendur. Kunngerðin kemur í gildi 1. september 2024.
Hetta merkir, at allar umsóknir um varandi loyvi og fyribils uppihalds- og arbeiðsloyvi viðvíkjandi, familjusameining, arbeiði (eisini eftir ítróttaravtaluni, Fast Track-avtaluni og ES-lógini), sjálvstøðugt vinnurekandi, lesandi, starvsnæmingar, granskarar, trúboðarar, umframt samfylgjandi familja teirra og au pair, verða viðgjørdar av Útlendingastovuni. Eru spurningar til slík mál, kann Útlendingastovan veita vegleiðing. Vegleiðingar, umsóknarbløð, umframt upplýsingar um málsviðgerðartíðir og annað verður tøkt á heimasíðu okkara www.utlendingastovan.fo frá 1. september 2024.
Avgerðarmyndugleikin hjá Útlendingastovuni fevnir tó ikki um mál um visum, friðskjól, útvísing og ríkisborgararætt. Eru spurningar til hesi mál, kunnu donsku útlendingamyndugleikarnir framvegis veita vegleiðing.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo