Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroya Tele-deildin, kvinnur: SÍ – Fleyr kl. 19:00
Í kvøld kl. 19 møtast nr. 2 og 3 í Føroya Tele-deildini hjá kvinnum, SÍ og Fleyr. Undan dystinum er Fleyr fýra stig frammanfyri SÍ, so vinnur Fleyr sær trý stig í kvøld, kann tað fara at gerast stríggið hjá SÍ at taka Fleyr aftur í kapprenningini um seinna finaluplássið í landskappingini, nú dystirnir fara at fækkast, tó at sjey dystir eru eftir at spæla eftir dystin í kvøld. Hinvegin kann SÍ við trimum stigum minka munin niður í bara eitt stig.

Mangt talar tó fyri, at liðini í mesta lagi megna at vinna sær tvey stig, tí báðir hinir dystirnir teirra millum hetta kappingarárið eru endaðir 3-2. Tað hendi so seint sum í hálvfinaluni í steypakappingini leygardagin, tá Fleyr vann 3-2, og tað hendi eisini í landskappingini í desember, tá SÍ vann 3-2 í Sørvági.

KÍF – Mjølnir kl. 19:00
Hjá Mjølni er gylt høvi at nærkast í hvussu er øðrum av hinum báðum, Fleyr og SÍ. Mjølnir er seks stig aftanfyri Fleyr á øðrumplássi, men hevur spælt ein dyst færri. Mjølnir hevur vunnið fimm dystir á rað í landskappingini, og má tí metast at hava góðar møguleikar at vinna á KÍF, sum hinvegin hevur tapt sjey dystir á rað í landskappingini – og aðrar tríggjar í steypakappingini. Men kortini vístu úrslitini í steypakappingini, at tað gongur framá hjá teimum, og tað var um reppið, at Fleyr ikki tapti fyri teimum í fimmsettaranum, sum var í bólkaspælinum. Tí kann tað saktans gerast spennandi í Kollafirði í kvøld.

Báðir dystirnir verða vístir í Televarpinum.

Støðan í Føroya Tele-deildini, kvinnur:

Nr.

Lið

Dystir

Stig

1

Dráttur

11

28

2

Fleyr

10

22

3

10

18

4

Mjølnir

9

16

5

TB

9

11

6

KÍF

10

7

7

Ternan

9

0

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo