Ikki færri enn fimm bilar vóru uppií ferðsluóhappinum sum hendi seinnapartin í Norðoyatunlinum.
Orsøkin til allan ferðsluruðuleikan var eitt avdottið hjól á einum av bilunum. Tað gjørdi, at aðrir bilar stoyttu saman, og onkrir bilførarar verða nú skuldsettir fyri ikki at hava hildið neyðugu frástøðuna, skrivar KvF.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo