Vandi er á ferð, um vit aftur senda okkara ungdóm í isolatión og taka teirra sosiala lív burtur.
Depressión og ótti er ein goymd pandemi, sum kastar seg yvir okkara ungdóm.
Sjálvmorð er alt meira vanligt, sum loysn.
Sjálvmedicinering er í vøkstri millum okkara ungdóm.
Skúlaaftran og aðrar óhepnar royndir at bøta um støðuna økist.
Størsta orsøkin er mest hugsandi einsemi, einsemiskenslan og kenslan av meiningsloysi.
Góði løgmaður og øll tit sum valda,
Tíðin er komin har neyðugt er at fara frá einum 'einoygdum' sjónarvinkli, har bert fokus er á at verja sárbar móti corona
Tíðin er komin til at fáa eitt víðsýn har onnur vandamál eisini koma inn í sjónaringin.
Hetta skrivið snýr seg um eitt vandamál, sum er serliga neyðugt at taka við inn í myndina: SÁLARHEILSUNA HJÁ OKKARA UNGDÒMI
Góða Landstýri og Løgfólk,
Eg vildi ynskt at nøkur tilmæli verða gjørd har:
-
Ungdómurin far ein felagsskap at virka í
-
Ungdómurin verður stuðlaður í síni menning sum sosial menniskju.
-
Ungdómurin sær meining - eisini fyri seg.
Tíðin er komin har vit muga seta átøk í verk, sum minka um mest hóttandi farsóttina: Óttan og depressióna sum herjar millum børn og ung.
Við hávirðing
Helgi Rasmussen,
Cand. psych.
Specialist í organisasjónspsykologi
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo