Sólin skínur oman og niðan í summum bygdum nú fyrrapartin.
Her eru nakrar myndir frá Bø og norður til Viðareiðis.
Myndirnar eru frá Faroe Islands Live
Veðrið í dag sambært Veðurstovuni: Lítið lot upp í frískt lot um landsynning, sum frá líður av ymsum ættum, minni enn 8 m/s. Skiftandi skýloft og yvirhøvur turt, í støðum sól ella sólglottar, men eisini møguleiki fyri driv, tám og mjørka í støðum. Hitin 7 til 11 stig, í nátt 4 til 8 stig.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo