Arsenal-leikarin Pierre-Emerick Aubameyang slapp ikki at leika fyri Gabon í afrikakappingini í dag tí hann hevur fingið hjartatrupulleikar eftir koronu, skrivar NRK.
Fótbóltssambandið í Gabon skrivar at Aubameyang, Axel Meyé og Mario Lemina eftir at hava havt koronu vóru kannaðir av medisinsku deildini undir fótbóltssambandinum sum fann skaðar í hjørtunum hjá teimum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo