Í sambandi við, at Gunnar Gunnarsson-stovnurin í Íslandi vitjar Bókadagar 2015, verður ein framsýning á Býarbókasavninum.
Hetta eru myndir hjá íslendska fotografinum Sigurjón Pétursson, sum eru svart/hvítar fotomyndir av fjøllunum nærhendis Mývatni, og myndatalvur um høvundin Gunnar Gunnarsson og ritverk hansara.
Fotografurin hevur fingið íblástur úr bókini Atvent eftir Gunnar Gunnarsson, sum forlagið Sprotin gevur út í nýggjari útgávu. Framsýningin letur upp í kvøld 20. november kl. 20.
Samstundis hevur Sprotin bókaframløgu og upplestur úr Atvent, og Kári Sverrisson framførir.
Tiltakið er alment, og øll eru vælkomin. Framsýningin er at síggja árið út.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo