Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Hesa ferð eru fimm greinir. Telefonir eru ein stór avbjóðing á miðnámsskúlunum. Heðin Lamhauge hevur skrivað eina grein um telefon(mis)nýtslu á miðnámi.

Olav Absalonsen hevur eina grein um, hvussu lærugreinin virkisbúskapur er broytt frá áttatiárunum til nú.

Hetta er søgan um eina lærugrein, sum hevur havt næstan 20 nøvn hesi árini.

Tórður Johannesarson hevur skrivað eina grein um toymisarbeiði og fundir. Nógvir lærarar hava ta áskoðan, at gott toymisarbeiði er bygt á nógv fundarvirksemi. Tórður setir spurnartekin við hesa fatan.

Í løtuni taka nakrir lestrarvegleiðarar masterútbúgving í vegleiðing, sum varð boðin út á fyrsta sinni í 2013.

Elisabeth Holm hevur skrivað um útbúgvingina.

Viðtal er við íslendskan lærara, sum undirvísir á einum miðnámsskúla í Reykjavík. Blaðið liggur á heimasíðu handilsskúlans.

Blaðstjórn: Olav Absalonsen og Tórður Johannesarson

Sí Miðnámsrit her

Toymisarbeiði uttan fundir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo