Fróðskaparsetrið: Átta fólk hava søkt um at blíva rektari á Fróðskaparsetri Føroya.
Tá freistin at søkja rektarastarvið var úti fríggjadagin 7. oktober, vóru átta umsóknir komnar.
Tær eru úr Føroyum, Norðurlondum og eisini longri úti úr heimi.
Í setanarbólkinum, sum nú skal viðgera umsóknirnar, sita umboð fyri lesandi og starvsfólk á Setrinum, fólk frá uttanhýsis samstarvsstovnum og stýrislimur fyri Fróðskaparsetur Føroya.
Setanarbólkurin metir, at grundarlagið at arbeiða víðari er gott við hesum átta umsóknunum.
Miðað verður eftir, at nýggi rektarin kann byrja í starvinum á Fróðskaparsetri Føroya 1. januar ella fyrr, um tað ber til
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo