Tórshavnar kommuna: Í næstum fáa 8 føroyskar filmsverkætlanir stívliga eina millión krónur í stuðuli frá Tórshavnar kommunu.
Í vár fingu filmsfólk møguleika at søkja um stuðul úr nýggjari stuðulsskipan upp á eina millión krónur, ið er oyramerkt filmsvinnu í høvuðsstaðnum.
Heilar 24 umsóknir komu inn, og ein tilmælandi bólkur hevur viðgjørt umsóknirnar og gjørt tilmæli um, at 8 av innkomnu filmsverkætlanunum skulu stuðlast í hesum umfarinum.
Tórshavnar kommuna ynskir við skipanini at betra um umstøðurnar hjá teimum, sum fáast við filmsvinnu í høvuðsstaðnum.
Framleiðslan av livandi myndum er størri enn nakrantíð. Eftirspurningurin og marknaðurin eru í vøkstri, og framleiðsla av filmi, sjónvarpsrøðum og øðrum visuellum innihaldi er ein týðandi vinnugrein í nógvum londum. Tórshavnar kommuna ynskir at menna hesa vinnugrein í høvuðsstaðnum.
Livandi myndir á føroyskum eru harumframt við til at styrkja okkara móðurmál og mentan. Við Klippfisk hevur kommunan slóðað vegin, og við stuðulsupphæddini til føroyska filmsvinnu verður farið eitt fet longur.
Vinnunevndin og Fíggjarnevndin hava tikið undir við tilmælinum um stuðul í hesum umfarinum, og allir umsøkjarar hava fingið svar.
Tær 8 verkætlanir, sum fáa stuðul eru:
- Sendirøðin “Tinganes” Gro Studios 350.000 kr.
- Spælifilmurin “Eitt sindur um, hvussu vit elska” Kykmyndir/Jón Hammer 200.000 kr.
- Stuttfilmurin “Faðir mín faðir” Julia í Kálvalíð 100.000 kr.
- Stuttfilmurin “Líkjast vit” Gudmund Helmsdal Nielsen 100.000 kr.
- Barnarøðin “Trøllini og Huldugentan” ÍVF T&H Productions 100.000 kr.
- Stuttfilmurin “VER” Filmsvirkið/Barbara Lervig 30.000 kr.
- Stuttfilmurin “Ja/nei og restin av vikuni” Brandur Teitsson 000 kr.
- Stuttfilmurin “Allir ljósir einglar” Andrias Høgenni 35.000 kr.
Ætlanin er, at nýtt umsóknarumfar verður fyrsti í komandi ári.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo