Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fokus er í løtuni á vantandi starvsfólk innan eldraøkið, og trupulleikin er ofta ítalisettur sum, at Heilsuskúlin liggur skeivt plaseraður. Tørvur er á at lýsa trupulleikan meira fjølbroytt. Tøl niðanfyri, frá Kommunufelagnum,  sum vóru frammi í 2020 vístu, at faklærdir heilsuhjálparar ofta arbeiða niðursetta tíð.

Spurningur kann tí setast provokerandi: Hví meta Kommunurnar, at tað er átrokandi at útbúgva fleiri heilsustarvsfólk til at arbeiða niðursetta tíð?

##med2##

Dømi úr talvuni:

Tórshavnar øki: Hevði 83 starvsfólk ið vóru faklærd og hesi útfyltu 58,9 ársverk/fulltíðarstørv.

Umleið 24 faklærd starvsfólk vóru harvið ikki gagnnýtt til fulnar. 

Nógv ófaklærd vóru á økinum - 180 ófaklærd at røkja 113 fulltíðarstørv.

Roðin: Hevði 69 faklærd starvsfólk ið útfyltu ca. 40 ársverk. Tað er 29 faklærd ið ikki vóru nýtt til fulnar. 

Roðin hevði kortini 40 ófaklærd, til 26 ársverk, hóast tað vóru 29 faklærd til uppgávuna.

Tølini vístu, at tað manglaðu faklærd starvsfólk, men um talvan er eftirfarandi vildi tað ikki mangla eins nógv, um tey fleiri vóru á fullari tíð.

Men skulu ófaklærd á eldraøkinum sleppa at arbeiða óavmarkað áramál?
Spurningur kann setast við, um tíðaravmarking skal vera á, hvussu longi ein kann arbeiða ófaklærdur á eldraøkinum, uttan krav um útbúgving.

Tá lítið arbeiðsloysi er, er minni sannlíkt at farið verður sjálvboðið undir útbúgving.

Ivasamar kommunalar meritútbúgvingar ella?
Í løtuni seta kommunur sjálvar meritútbúgvingar, við ivasamari dygd í verk, har ein sjálvdan er í skúla, og bert er í starvsvenjing á egna arbeiðsplássi. Sostatt við  ongum møguleika fyri at síggja nakað nýtt. Er tað nóg góð dygdartrygging at seta slíkar útbúgvingar í verk til bæði barna - og eldraøkið?  Vildi tað verið nóg gott um talan var um læknaútbúgving? 

Ístaðin áttu landsins myndugleikar at brúkt uppskúlings/meritskipanina, sum fyrr er brúkt í Føroyum. Heilir flokkar vóru sendir til útbúgving í Suðuroy, av arbeiðsgevarum, við løn, eftir ávíst ár av arbeiðsroyndum, sum krav fyri at halda áfram í starvi. Útbúgvingin var hálv tíð av vanligari útbúgving, og umleið helvtin av hesari tíð var í Suðuroy. 

Paradoks

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo