Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Átøk í krabbameinsætlanini

Spurningar:
1. Hvørji átøk í nýggju krabbameinsætlanini eru sett í verk?

2. Hvørji átøk eru ávegis?

Viðmerkingar:
Í Føroyum er krabbamein tann sjúkan, sum krevur flest mannalív. Tíbetur eru fleiri og fleiri, sum fáa heilsubót. Tað vísa hagtølini fyri, hvussu nógv liva fimm ár eftir, at tey fingu staðfest krabbamein. Somu hagtøl vísa tíanverri, at av Norðurlondunum liggja vit aftast.

Í samgonguskjalinum frá 2023 stendur, at átøk í krabbameinsætlanini skulu fremjast.

Krabbameinsætlanin er frá 2022 og varð handað táverandi landsstýrismanni í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, 8. apríl 2022. Í krabbameinsætlanini eru 69 tilmæli.

Nøkur av hesum tilmælum eru at screena fyri tarmkrabba, herd átøk móti royking, endurmenna krabbameinssjúklingar, einføld og gjøgnumskygd ávísingarskipan fyri at nevna nøkur.

Á Løgtingi, 11. apríl 2024
Súsanna Bertholdsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo