Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fólkaheilsustýrið: Høvuðsevnið á degnum var at umrøða ABC vikuna, ið var í oktober og sum hevði eina skrá, ið fevndi um heili 50 ABC tiltøk. ABC samstarvsfelagar stóðu fyri tiltøkunum, og fleiri av teimum hava havt góð úrslit við sær, ið hava skapt nýggjar felagsskapir millum borgarar.

Leggja lunnar undir áhaldandi virksemi
Tey 50 tiltøkini, ið vóru í ABC skránni til ABC vikuna vóru fyri børn, ung, vaksin og eldri og vóru um alt landið. Á samstarvsfundinum løgdu Maud Egholm úr Hvalbiar kommunu og Anja Hammer og Morid Meitilberg úr Gigni fram um, hvussu teirra átøk høvdu eydnast.

Hvalbiar kommuna hevur verið partur av ABC fyri sálarliga heilsu í trý ár, og gjøgnum ABC vikuna merktu tey, at bygdarfólkið hevur tikið átakið til sín. Hvalbiar kommuna skipaði fyri tiltøkum hvønn dag í eina viku. Borgararnir hava glett seg til tiltøkini, og kommunan hevur fingið nógvar jaligar afturboðanir. Kommunan skipaði millum annað fyri “bindiklubba treff” og “harratreff” fyri allar aldursbólkar í kommununi, og hesi vóru somikið væleydnað, at bindiklubbatreff verður afturvendandi hvønn mánað, og tað sama verður møguliga eisini galdandi fyri harratreff.

Gigni legði dent á pápar og smábørn í ABC vikuni við átakinum “Babbasa spælistova”, ið var ein spælistova fyri pápar við børnum undir skúlaaldur. Spælistovurnar vóru fimm støð kring landið, og millum 15 og 50 pápar møttu saman við børnum á hvørjum staði. Her vóru afturboðanirnar eisini góðar, og nakrir pápar gjørdu vart við, at teir høvdu saknað slík tilboð. Átakið hevur havt við sær, at fleiri nýggir felagsskapir eru stovnaðir á sosialum miðlum millum pápar, ið luttóku. Babbasa spælistova hevur verið afturvendandi summastaðni, og strembað verður eftir, at hetta verður møguligt fleiri av hinum støðunum eisini.

Happing millum fólkaskúlanæmingar vísir skeiva gongd
ABC samstarvsfundirnir innihalda javnan faklig upplegg, og hesaferð vóru tað Annika Helgadóttir Davidsen og Layfey H. Blaasvær, ið løgdu fram úrslit úr trivnaðarkanningini 2023 í føroyska fólkaskúlanum. Hóast gongdin við happing hevur verið minkandi frá 2007-2019, so vísir kanningin í ár, at støðan er nógv versnað síðan 2019, tá 11% søgdu seg vera blivin happað í skúlanum. Í ár siga 17% seg vera fyri happing, og mátin, happing fer fram upp á, broytist og er eisini á fleiri pallum, t.d. sosialum miðlum. Slík úrslit eru sera viðkomandi fyri flestu ABC samstarvsfelagar, sum á ymiskan hátt vilja fremja sálarligu heilsuna hjá børnum og ungum kring landið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo