Tórshavnar kommuna: Tórshavnar kommuna mennist í stórum, og verða nógv nýggj øki løgd av til bústaðarbygging o.a.
Tá ið útstykkingar verða skipaðar, verða øki altíð løgd av til fríøki, so spæliøki og øki til trivnað eru í grannalagnum.
Harumframt verða grønir geirar lagdir ímillum útstykkingar, bæði fyri at hava rúm og náttúru millum býlingar, og fyri at hava rásarúm millum býlingar til gøtur og annað fyri allar borgarar.
Í Tórshavnar kommunu gera borgarar, feløg og grannaløg nógv fyri at skapa trivnað, menning og grøn øki m.a. á kommunalum felagsøkjum.
Tórshavnar kommuna fegnast um, at borgarar fríðka um og menna felagsøkini. Men kortini er umráðandi at hava ymist í huga, tá átøk verða gjørd á kommunalum ognum:
- átøk skulu avtalast skrivliga við býarskipanardeildina hjá Tórshavnar kommunu
- átøk eru altíð til almenna nýtslu
- átøk skulu ongantíð vera soleiðis skipað, at tey bera brá av at vera privat ogn
Á heimasíðuni kort.torshavn.fo sær tú yvirlit fyri grannalagið hjá tær um, hvørji øki eru kommunal.
Tórshavnar kommuna setur hvørt ár pening av, sum eigarafeløg og grannaløg kunnu søkja úr.
Umsóknir skulu vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi 1. desember 2024.
Allar umsóknir verða viðgjørdar og raðfestar í mun til játtanina komandi ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo