Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vága Floghavn: Av tí at núverandi góðskuleiðarin á Vága Floghavn, Jákup Persson, fer frá við eftirløn í endanum av árinum, søkti Vága Floghavn herfyri eftir nýggjum góðsku- og kt-leiðara.

Felagið fekk heilar 26 góðar umsóknir.

Eftir eina drúgva tilgongd, hevur Vága Floghavn avgjørt at seta Atla Joensen í starv.

Atli Joensen er 33 ár og búðsitandi í Hoyvík. Hann gongur saman við Christionnu Samuelsen og tey hava trý børn.

Atli er útbúgvin maskinmeistari og navigatør og hevur m.a. arbeitt hjá Mærsk og Keel. Hann hevur harumframt eina masterútbúgving innan framleiðslu og tøkni. Í samband við arbeiði hjá Keel hevur Atli m.a. arbeitt nógv saman við Siemens, Mærsk Drilling og Mærsk Oil. Hann hevur í samband við arbeiði fingist nógv við góðskuskipanir og góðstýring – umframt við framleiðslu og tøkni.

Atli byrjar hjá Vága Floghavn 17. oktobur. Frá starvsbyrjan og fram til 1. januar 2017 er Atli Joensen varaleiðari á góðskudeildini, og tekur formelt við starvinum sum góðsku- og kt-leiðari 1. januar 2017.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo