Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Tíðindaskriv frá Hiddenfjord í samband við Hellutanga: Sum flestu kunnugt sleit fóðurflakin Hellutangi á Víkum 5.apríl í ár, og rak á land vesturi á Víkum.

Flakin fekk stóran skaða. Hol kom á gronina, niðarliga á báðum síðum og fleiri staðni undir botninum.

At byrja við tosaðu vit við fleiri serfrøðingar, sum vóru á einum máli um, at rætta loysnin var at tetta flakan omandeks og so langt niður sum gjørligt, soleiðis at luft kundi fyllast í flakan, og á tann hátt skapa nokk av uppdrift til at fáa hann at flotna.

Hetta arbeiðið hava vit lagt stóra orku í. Vit hava fingið góða hjálp frá MEST, sum hava staðið fyri at gera tilfar, og hjálpt okkum at tetta flakan við sveising og øðrum. Vit hava eisini fingið sera stóra hjálp frá teimum stak dugnaligu kavarunum hjá Streym Diving. Harafturat hevur Vága Bjargingarfelag við bátinum Rescue Sverri verið okkum ein stór hjálp alla tíðina. Men av tí at Víkar er eitt sera kyrruvánt stað, hevur arbeiðið tikið drúgva tíð.

Flakin vigar umleið 1.020 tons í vatni. Harafturat er hann tyngdur av sandi.

Umframt at tetta flakan, hava vit brúkt nógva orku uppá at styrkja lastalúkuna, soleiðis at hon skuldi klára at standa ímóti tí lufttrýsti, ið neyðugt var at blása í lastina. 18 I-bjálkar blivu festir uppá tvørs á allari lastini.

Hetta arbeiðið var liðugt fyrst í juli, so vítt vit dugdu at síggja.

Vit gjørdu fyrstu royndirnar at fáa Hellutanga av Víkum 13. juli, men tær bóru ikki á mál. Tá flotnaði fremri partur av flakanum, men fleiri luftlekar komu undan kavi, og reyvin kom ikki uppfrá.

Síðani tá hava vit tett hesar lekar, og útvegað okkum enn fleiri boyur, og størri blásiorku.

Vit royndu aftur í gjár at flota Hellutanga tvær ferðir. Vit megnaðu at skapa umleið 2.000 tons av uppdrift við at blása luft í lastina, forpeak, afturpeak og síðutangar, umframt boyur, sum vóru festar á afturskipið. Vit væntaðu at hetta var nokk til at flota flakan og hála hann av. Gronin og helvtin á flakanum fóru uppfrá, men reyvin hekk eftir.

Á flóðini fyrrapartin royndu vit at hála hann út eftir reyvini, og á flóðini um kvøldið royndu vit at hála hann út eftir gronini. Gøtunes hjá P/F Varðanum, Samson og Pressarin hjá MEST umframt Brimil settu á við fullari kraft, men hvørga ferðina flutti flakin seg. Tískil bóru royndirnar í gjár tíverri heldur ikki á mál.

Vit hava nú gjørt tað, ið okkara serfrøðingar hava rátt okkum til. Hetta hevur tíverri ikki verið nokk. Vit fara nú at meta um hvat ið gerast kann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo