Atlantsflog gevst nú fyribils við flúgvingini til Skotlands. Tað kemst av, at alt Stórabretland av myndugleikunum er sett á sonevnda reyðalistan, tí ov nógv smitta er har og frárátt verður at ferðast hagar.
- Hetta ger tað trupult at flúgva rutuflúgving uppá Skotland, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways. Hon vónar kortini, at flúgvingin kann takast upp aftur skjótt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo