Føroyska flogfelagið Atlantic Airways fer at flúgva beinleiðis ímillum Vágar og JFK floghavnina í New York í vár. Tað sigur Johanna á Bergi, stjóri, við miðilin Forbes.
Fyrireikingarnar gjørdust drúgvari og meira umfatandi enn Atlantsflog helt, tí upprunaliga var ætlanin at byrja nú í heyst, men hetta mátti útsetast, tí neyðugu loyvini vóru truplari at fáa hendur á enn hildið.
Sum skilst er nú komið so mikið væl áleiðis, at føroyska flogfelagið torir at siga, at tað verður í vár. Men ongin dagur er ásettur enn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo