Føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum hevði eitt yvirskot uppá 3,1 mió kr í fjør. Hetta er fyrsta yvirskotið hjá felagnum í áravís og skal samanberast við hall uppá 112,6 mió kr árið fyri.
Atlantic Petroleum hevði onga sølu í fjør, men sambært stjóranum, Mark Højgaard, eru tað virðisjavningar sum skapa vinningin.
- 2021 var enn eitt avbjóðandi ár hjá Atkantic Petroleum, tí Orlandi feltið, sum felagið eigur í, ikki framleiddi sum ætlað. Fyristøðufelagið, Tailwind Energy, hevur tó ætlanir við feltinum sum kunnu gera, at tað fer at framleiða 4.000 til 5.000 føt av olju um dagin seinni í ár.
Útreiðslurnar hjá Atlantic Petroleum minkaðu úr 2,5 til 2 mió kr í fjør. Eginognin hjá felagnum er negativ við 96 mió kr.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo