Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Higartil í dag er føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum vaksið yvir 192% í virði. Tað sama hendi í gjár, tó at kursurin fall nakað aftur sum dagurin leið, og endaði á einum vøkstri uppá "bara" góð 57%.

Í tveir dagar er prísurin sostatt vaksin væl yvir 200%. Og í eina viku er prísurin handlaður upp góð 367%.

Nøgdin er tó ikki so stór - higartil í dag eru partabrøv handlað fyri gott eina millión krónur.

Atlantic Petroleum hevur ikki boðað frá nøkrum sum kann gera, at prísurin á partabrævinum veksur so ógvusliga. Tí er sannlíkt at tað er generella støðan á oljumarknaðinum sum ger, at lítla føroyska oljufelagið veksur so nógv í virði brádliga.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo