Oljufelagið Atlantic Petroleum, sum hevur føroyskar røtur, strýkur avstað á børsinum í morgun, og virðið er í skrivandi løtu vaksið nærum 50% síðani børsurin lat aftur í gjár.
Ongi tíðindi eru komin frá felagnum, sum geva orsøk til vøksturin.
Atlantic Petroleum er vaksið um 100% í virði seinastu tríggjar mánaðirnar, og verður nú handlað fyri um 9 kr partabrævið. Eitt skifti í mars mánaða var kursurin heilt uppi á 26 krónum fyri partabrævið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo