Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Síðsta

Atlantic Petroleum hevði ein vinning uppá hálva triðju millión krónur í øðrum ársfjórðingi í ár. Men felagið dregur framvegis stóra skuld eftir sær, og nettoognin hjá partaeigarunum er negativ við góðum 112 mió kr.

Atlantic Petroleum eigur í dag bara lut í einum oljufelti, Orlando, og fær ein lítlan prosentpart av tí, sum verður forvunnið úr feltinum.

Bankaskuldin er yvir 59 mió kr, og nevndin er komin til ta niðurstøðu, at ognirnar og inntøkurnar eru ikki nóg stórar til, at felagið nakrantíð fer at megna at rinda skuldina. Tí hevur hon gjørt eitt uppskot um at skera ein munandi part av skuldini burtur, men sum skilst á leiðslufrágreiðingini, so er ikki komið á mál við samráðingunum.

- Framhaldandi rakstur er tengdur at, um tað eydnast at fáa eina avtalu um skuldina í ár, og at Orlando feltið heldur fram at framleiða. Annars mugu munandi niðurskrivingar gerast og felagið annars fyrireikast til avtøku, verður millum annað sagt í frágreiðingini.

Mark T. Højgaard er stjóri í Atlantic Petroleum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo