Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eitt heilt flogfar av fólki sita nú á Kastrup flogvølli, móð og troytt. Tey skuldu flúgva til Føroya í gjárkvøldið kl. 18.35, men tey, eftir at hava sitið og bíða í gate’ini fingu at vita, at flogfarið var útsett til dagin eftir, í dag, og tey skuldi venda sær til transfersentrið. Tey skiltu á veðurforsøgnini, at tað var keðilig ætt á flogvøllinum í Føroyum.

Øll skundaðu sær til tranfersentrið, og eftir at hava runnið gjøgnum allan flogvøllin til tranfersentrið fyri at koma tíðliga í køina og fáa eitt hotellkamar og út í góða veðrið, fingu tey eitt sms frá Atlantic, sum segði, at tað er ikki har tey skuldu, tey skuldu út og inn aftur til terminal 2, til disk 95 og tosa við Avenion. 

Eftir aftur at hava runnið og sveittin likið av rygginum í hitanum vóru tey frammi við disk 95, og har stóð ein ung genta frá Avenion, og bíðirøin av troyttum heitum føroyingum hopaði seg upp framman fyri hana. 

Við tey fyrstu í bíðirøðini er einasta kunningin, at tey mugu sjálvi finna sær hotellkamar, og goyma kvittanir. Tey fara so til grannahotellið Clarion.

Seinni broytti hon og segði, at hotellkamarið einans má kosta um 1.500 kr. So vistu tey næstu, at Clarion var ov dýrt. Eftir eina tíð byrjaðu tey ið vóru fyrst í køini at koma aftur frá Clarion, har tey høvdu fingið upplýst frá Clarion, at Atlantic endurrindar bert 1.000 kr fyri kamar. Also ymisk kunning.

Nú gjørdist fólk ørkymlaði, tí so má man langt burtur frá flogvøllinum, og rindar Atlantic so fyri ferðing til og frá flogvøllinum? Tað væntaði tann stakkals genta, men hon fekk ikki váttað tað. 

Seinni um kvøldið tá fólk vóru komin á hotell ymsastaðni, og tey sum kennast skriva millum sín á netinum, vísti tað seg, at tað er sera ymisk kunning, sum fólk hava fingið. Onkur familja var farin á Clarion hotellið, men hevði ikki fingið kunning um, at Atlantic ikki rindar meira enn 1.000 kr, og situr tí stúrin um rokningina sum fer at koma.

Seint um kvøldið, dagførdi Atlantic sína heimasíðu við upplýsingum um, at flogfarið er enn meira seinkað, og væntast í Føroyum kl. 10.30 fø.tíð tvs umleið 9.30 úr Kastrup, men ferðafólkini fingu ikki hesa kunning. Tann einasta og seinasta kunningin tey høvdu fingið var, at flogfarið fleyg kl.7, so tey skræddu seg upp kl.5, uttan morgunmat, fyri at náa flogfarið. Á flogvøllinum var kvinnan við kekk-in óvitandi um hesa broyting, og segði snópin, at um tað er satt kundi Atlantic gott kunnað tey.

Komin inn um kekk-inn vóru ferðafólkini biðin um at fara til gate E5, tí flogfarið fór kl.7.30. Við gate’ina vóru tey heldur ikki kunnaði um tað sum stendur á heimasíðini hjá Atlantic, og tey fáa ikki samband við Atlantic. Men kl.7.20 kemur kunning um, at flogfarið er seinkað til kl.9.30, eitt tíðspunkt sum stóð á heimasíðuni hjá Atlantic seint í gjárkvøldið. 

Hetta er ikki nøktandi, Atlantic!
Í gjárkvøldið tá tit avgjørdu og dagførdu fráferð á tykkara heimasíðu, áttu tit at havt kunnað Kastrup flogvøll og ikki minst øll hesi ferðafólkini, sum skræddu seg upp kl. 5 í morgun.

Heilsan móð og troytt ferðafólk stødd á flogvøllinum í Kastrup

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo