Ein av nýggju broytingunum hjá Atlantic Airways við nýggja stjóranum verður, at eingin matur verður at fáa umborð á flogfarinum á Føroya-rutuni.
Og sambært tí sum VP skilir, so verður heldur ikki gjørligt at fáa sterkar drykkir umborð.
Tað hevur leiðslan í Atlantic Airways kunnað starvsfólkini um, sambært tí sum VP skilir.
Sum VP skilir fer at verða gjørligt at keypa mat, um tann ferðandi ynskir tað.
Um ikki so langa tíð verður kunnað um nýggju broytingarnar, skilir VP.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo