Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Atlantic Airways Tórshavn Marathon: Tey gera tað í Reykjavík, í Stokkhólm og enntá í Nuuk – tey renna marathon í býnum. Í nógvum býum í øllum heiminum savnast tey um marathon renningina, og tað gera vit sjálvandi eisini í Tórshavn.

Aftaná tvey ára marathonsteðg verður Føroya einasta marathon endiliga aftur. 

Hetta er 18. ferðin vit renna Atlantic Airways Tórshavn Marathon, og vit bjóða øllum við.

Sunnudagin 12. juni fyllist høvuðstaður okkara við glaðum og spentum føroyingum og útlendingum, sum renna marathon, hálvt marathon ella styttri teinar. Nógv fara eisini at ganga hálvt marathon.

Tilmeldingin hevur verið støðug síðani hon lat upp í fjør og enn ber til at melda til á torshavnmarathon.com. Hættar tú tær ikki undir longru teinarnar, kanst tú renna bæði 5 og 10 km. 

Atlantic Airways Tórshavn Marathon er eitt stórt tiltak og hvørt ár koma rennarar úr øllum heiminum at renna saman við føroyingum. Aftur í ár fara Rynkeby súkklarar at seta dám á tiltakið og súkla saman við fremstu rennararnum.

Bragdið og Tórshavnar Kommuna leggja dent á, at sunnudagurin 12. juni verður ein renniveitsla fyri øll. Tónleikur verður á rutuni í býnum og við málið, so rættiligt lív verður í høvuðsstaðið okkara.

Startskotið til Atlantic Airways Tórshavn Marathon verður latið á Vaglinum sunnudagin 12. juni kl. 13.00. Vit vóna, at nógv fólk koma at stuðla teimum sum renna, bæði í býnum og á rutuni annars. Eitt smíl, eitt róp ella klapp ger undurverk fyri rennaran, so komið út á gøturnar, oman í býin ella onkra aðra staðni á rutuni og latið okkum øll gera hendan dagin til ein veitsludag. 

Runnið verður av Vaglinum, yviri við Strond, eftir ringvegnum niðan til R.C. Effersøesgøtu, oman til Skansan og so aftur yviri við Strond, Hvítanesvegin og norðureftir. Vendipunktið til hálvt marathon er beint áðrenn Sund, og tey sum renna heilt marathon, renna til Kaldbaks og sama veg heim aftur. Komin til krossin Hvítanesvegur/Ringvegur, skal aftur rennast yviri við Strond og so beina leið niðan aftur á Vaglið.

Meira kunning um tiltakið sæst á heimasíðuni torshavnmarathon.com og á Facebook og Instagram síðuni hjá Tórshavn Marathon.

Vit gleða okkum til stóra rennidagin, og tit eru vælkomin við út á gøturnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo