Nú hendi tíverri tað, sum vit øll vónaðu ikki fór at henda.
Koronustøðan í Føroyum ger, at Atlantic Airways Tórshavn Marathon 2021 fyribils er útsett.
Vit eru ótrúliga hørm um støðuna, men vit lurta sjálvsagt eftir tilmælunum frá myndugleikunum.
Støða er ikki endaliga tikin til, nær Atlantic Airways Tórshavn Marathon 2021 verður. Nærri kunning kemur seinni.
Luttakarar fáa nærri kunning við telduposti.
Fyri Atlantic Airways Tórshavn Marathon
Ítróttarfelagið Bragdið
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo