Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Seinasta árið hevur nógv staðið á Atlantic Airways og øllum, sum hava havt sítt dagliga yrki í flogvinnuni. Vit skulu við skili arbeiða okkum uppaftur eftir korona, og tað gagnar ongum, at Flogskiparafelagið borðreiðir við villleiðandi upplýsingum í almenna rúminum

Atlantic Airways – ja, meginparturin av heiminum – roynir at fóta sær aftur, nú vit øll vóna at korona so líðandi fer at sleppa kvørkratakinum á okkum.

Tað er gleðiligt, at tað gongur rætta vegin, men tað er harmiligt, at formaðurin í felagnum hjá flogskiparunum roynir at grugga vónríku framtíðarmyndina við villleiðandi upplýsingum í almenna rúminum.

Atlantic Airways hevur sett fimm fríyrkis flogskiparar aftrat, nú tað lýsir fyri framman, og vit fara at flúgva meira.

Tað er formaðurin hjá flogskiparunum ónøgdur við, tí hann metir, at leiðslan í Atlantic Airways roynir at finna sær lættasta vegin fram til bíliga og lutfalsliga óbindandi arbeiðsmegi.

Niðurstøðan hjá formanninum í Flogskiparafelagnum er, at nú eru 66 prosent av flogskiparunum fríyrkisfólk.

Útsøgnirnar hjá formanninum eru at meta sum rangar og villleiðandi.

Atlantic Airways setir vanliga fríyrkisfólk móti sumri, og tað gera vit aftur í ár.

Fimm fríyrkis flogskiparar aftrat eru komnir upp í flogskiparahópin, umframt teir tveir í heilárs fríyrkisstarvi sambært sáttmálanum – so nú eru tilsamans sjey flogskiparar í fríyrkisstarvi og 12 í føstum starvi – 19 tilsamans.

Tøl kunnu vera hugalig at arbeiða við, tí alt eftir uppgerðarhátti kanst tú tekna tína egnu mynd við teimum.

Formaðurin hjá flogskiparunum velur at seta fríyrkis flogskipararnar í lutfall til flogskipararnar í føstum starvi, sum ikki hava onkran serligan myndugleikakravdan leiklut í flogvirkseminum hjá Atlantic Airways aftrat flúgvingini.

Ein stórur partur av flogskiparunum hava antin ein leiðandi ella annan serligan myndugleikakravdan leiklut í virkseminum.

Tað er klárt, at formaðurin velur henda uppgerðarháttin, so fær hann eitt høgt prosenttal at byggja sína ónøgd á.

Fríyrkistørvini hjá flogskiparunum í summarhálvuni hava vanliga sveiggjað ímillum umleið 20 og 30 prosent í mun til allan flogskiparahópin.

22 prosent í 2018, 28 prosent í 2019, 13 prosent í 2020 við korona og væntandi 37 prosent í 2021, nú vit royna at arbeiða okkum burtur úr korona.

Formaðurin í Flogskiparafelagnum metir eisini, at tá landsstýrið setti 100 milliónir krónur í Atlantic Airways beint fyri jól í fjør, átti landsstýrið at treytað sær, at flogskiparar komu til arbeiðis aftur eftir krøvum frá Flogskiparafelagnum.

Til hetta er at siga, eins og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum gjørdi greitt í Degi og Viku í fyrrakvøldið, at treytin hjá okkum sum leiðsla er, at vit finna bestu og skynsamastu kósina fyri Atlantic Airways burtur úr koronakreppuni.

Ábyrgdin er okkara, og vit vilja sjálvandi hava so nógv starvsfólk sum gjørligt til arbeiðis aftur – so skjótt sum gjørligt.

Men tað verða fyrst og fremst stjórn og nevnd, sum taka tær avgerðir, ið takast skulu, og vit samstarva sjálvandi við øll starvsfólk – eisini flogskipararnar – sambært galdandi sáttmálum.

Vit halda allar sáttmálar, lógir og reglur, og vit skulu saman burtur úr koronastøðuni. 

Niels Mortensen, nevndarformaður
Atlantic Airways

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo