Atlantic Airways: Hósdagin fer A319 flogfarið Elinborg (OY-RCG) úr Vágum fyri síðstu ferð. Felagið hevur í eina tíð kannað møguleikar fyri at selja Airbus A319 flogfarið Elinborg, ið er tað minsta av flogførunum hjá Atlantic Airways. Avtala er nú gjørd við amerikanska felagið CFM Materials, ið átti hægsta boð.
Elinborg, ið fleyg á fyrsta sinni til Føroya 22. mars 2012, var fyrsta Airbus flogfari hjá Atlantic Airways. Flogfarið varð bygt á flogverksmiðjuni í Hamburg og serútgjørt til rutuflúgvingina til og úr Vágum og var sum fyrsta flogfar í Evropa útgjørt við framkomnu navigatiónstøknifrøðini RNP AR 0.1, ið hevur bøtt munandi um stundvísið og reglusemið á farleiðunum til og úr Føroyum.
Tilsamans hevur Elinborg flogið í 20.819 flogtímar og samlaða talið av fráferðum og komum er 11.242. Flogfarið varð í eitt styttri tíðarskeið útleigað til felag á kanarisku oyggjunum, ið tó noyddist at gevast við virkseminum, orsakað av avleiðingunum av koronufarsóttini.
Í mars 2023 kemur ætlandi eitt langtíðarleigað A320 flogfar í staðin í flotan. Tá fer Atlantic Airways at hava fýra Airbus A320 flogfør og tvær tyrlur av slagnum AW 139. Tvey av flogførunum eru av slagnum Airbus A320neo, ið eru tey mest orkusparandi av sínum slag. Øll flogførini eru útgjørd við navigatiónstøknifrøðini RNP AR 0.1.
- Vit eru takksom fyri tíðina við Airbus A319 flogførum, ið hava tænt okkum framúr væl. Við vaksandi ferðafólkatali er tíðin tó komin til, at siga endaligafarvæl við A319 tíðarskeiðið. Við fýra A320 flogførum, ið øll hava somu stødd,megna vit at betra um kappingarførið og lættari verður at leggja flogferðsluna til rættis. Harumframt eru A320 flogfør burðardyggari í mun til A319 flogfør, tá hugt verður eftir CO2-útlátinum fyri hvørt flogsetur og talið av túrum, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.
Hósdagin fer A319 flogfarið Elinborg ætlandi fyri seinastu ferð úr Føroyum, tá flogið verður beinleiðis úr Vágum til USA. Nýggja Airbus A320 flogfarið, sum kemur í flotan í vár, fær flogskrásetingina OY-RCM og fer eins og A319 flogfarið at verða nevnt Elinborg.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo