Atlantic Airways roknar við at fáa New York á rutukortið frá august í ár, skrivar check-in.dk.
Flogfelagið hevur júst leasað eitt Airbus A320-flogfar, so nú eru fýra A320-flogfør í flotanum.
Check-in skrivar, at síðani 2012, tá Atlantic Airways fekk fyrsta nýggja Airbus A319-flogfarið, hevur dreymurin verið at flúgva beinleiðis úr Føroyum til USA.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo