Tórshavnar kommuna: Mikudagin 24. juli 2024 verður túnið framman fyri svimjihøllina í Gundadali umvælt.
Heitt verður tí á vitjandi um at fylgja bláu linjuni framvið grótgarðinum við parkeringsøkið fyri síðan at ganga beint oman til høvuðsinngongina.
Rørslutarnaði kunnu brúka tey bæði vestaru parkeringsplássini. Fólk, sum seta rørslutarnaði av, kunnu annars koma inn á arbeiðsøkið til av-og ásetan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo