FSF: Leygardagin 2. november klokkan 19:00 verður Tórsvøllur karmur um enn eina finalu um Løgmanssteypið. Liðini, ið bresta saman í ár, eru høvuðsstaðarfeløgini, B36 og HB.
Seinast, hesi bæði møttust í finaluni, var minniligi dysturin í 2018, tá B36, við níggju monnum megnaði at javna til 2-2, og síðani vann árstalsfelagið Løgmanssteypið eftir brotssparkskapping.
Hvussu verður í ár, nú vit skriva 2024, verða vit klókari upp á leygarkvøldið um smáar tvær vikur. Atgongumerkjasølan til steypafinaluna 2024 er byrjað, og fer fram í nethandilinum á FSF.fo, og á atgongumerki.fo.
Kostnaðurin er 100 krónur fyri vaksin, meðan tað er ókeypis atgongd fyri børn, 14 ár og yngri. Tó skal viðmerkjast, at hóast atgongumerki til børn er ókeypis, skulu hesi skrásetast í nethandilinum, og vísast við dyrnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo