FSF: Nú ber til at keypa atgongumerki til venjingardystin millum Danmark og Føroyar, sum verður á Brøndby Stadion týsdagin 26. mars klokkan 20:15 danska tíð.
Kring vøllin er pláss fyri umleið 26.000 áskoðarum, og av teimum eru 2.100 tillutaði føroyskum áskoðarum.
Kostnaðurin er 300 krónur fyri vaksin, og 150 krónur fyri børn.
Leinkja til atgongumerkjasøluna er H E R. Bólkarnir til vinstru á myndini, litaðir við bláum, ið síggjast í samband við søluna, eru ætlaðir føroyingum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo